Í dag, fastalávintsmánadag, høvdu næmingarnir í Leirvíkar skúla bjóða foreldrum og avvarðandi til føroyskan dans í skúlanum í Leirvík.
Fyrst dansaðu børnini fyri foreldrum og ommum og abbum, har bæði kvæðir og vísur, sum tey seinastu vikurnar hava lært seg vóru kvøðin. Síðani vóru foreldur og avvarðandi eisini boðin við í ringin har dansurin gekk væl.
Sí myndir sum Kjartan Madsen tók








