Bovling í Leirvík lat dyrnar upp fyri fyrstu ferð í oktober 2005. Og verður tað sostatt skjótt 20 ár síðani, at Bovling sá dagsins ljós.
Tað siga systkini, Eyðvør Vatnhamar og Berg Vatnhamar, nú Eysturoyarportalurin er á vitjan.
Tað varð annars Ólavur Olsen, sáli, maður Eyðvør, sum lat høllina byggja beint oman fyri núverandi Effo-støð í Leirvík.
Ólavur lat lív í syndarligari vanlukku á sumri í 2016.
Síðani tá hevur tað so verið konan, Eyðvør, sum hevur rikið fyritøkuna víðari, saman við beiggja sínum, Berg, sum dagligum leiðara.
Vatnhamar familjan hevur hildið væl saman, og sæst tað eisini aftur í, at Bovling er blivið eitt hjartabarn hjá familjuni. Tað munnu verða tey flestu í familjuni, sum so ella so, hava arbeitt ella hjálpt til í Bovling gjøgnum árini.
Nakað sum eisini hoyrist á málinum, og sum als ikki verður undimett av systkinum, sum í dag standa á odda fyri fyritøkuni.
Ein ítróttarfamilja
Olsen-Vatnhamar familjan er eisini kend innan ítróttin, kanska serliga fótbóltin. Ólavur Olsen sat sum næstformaður í Víkingi í fleiri ár. Dótturin, Elin Vatnhamar Olsen, situr í nevndini í dag. Sonurin, Jákup Vatnhamar Olsen, leikti eisini við besta liðnum hjá Víkingi, áðrenn skaðar gjørdu at hann mátti gevast.
Meðan, Berg Vatnhamar, eigur synirnar, Sølva og Gunnar Vatnhamar, sum báðir eru kendir í føroyska fótbóltsheiminum, bæði sum víkinga- og A-landsliðsleikarar.
Nýmótans hølir
Í 2008 varð matstova og køkur bygt uppí verðandi Bovlinghøll. Og hevur hetta gjørt sítt til, at staðið er blivið til eitt gott samlingsstað í Leirvík, bæði fyri leirvíkingar, eysturoyingar og føroyingar flest, halda tey bæði.
Til ber antin at eta í matstovuni ella at bíleggja mat út úr húsinum. Eisini verður gjørt nógv við stórar samankomur sum t.d. konfirmatiónir, barnadópar, føðingardagar o.a.
Eisini er eitt fundarrúm sum hevur allar neyðugur hentleikar. Eitt gott hølið til starvsfólkadag, skeiðvirksemi, aðalfundir o.a.
Við jøvnum millumbilum verður eisini fyriskipa, við bæði pubqviz og live tónleiki, sum er sera væl dámt og væl vitja, siga tey bæði við ein munn.
Í 2022 fekk øll høllin eina sokallaða andlitslyfting, tá ið mest sum alt varð skift út við nýtt, so sum; teppir, møblar, poolborð og spælimaskinir. Samstundis varð eisini alt maskinaríið, útbúnaður og skermar viðvíkjandi bovlingini, skift út og nýtt keypt ístaðin, siga systkini at enda.
Í dag arbeiða uml. 8-9 ársverk í Bovling í Leirvík.
