Hósdagin í síðstu viku varð skipað fyri brandvenjing á eldrasambýlinum, á Korndalsbýlinum, á Eiði.
Tað var Eiðis Sløkkilið sum vandi til ymsar støður sum kunnu koma fyri, tá eldur ger um seg á heiminum. Øll starvsfólkini vóru við í venjingini.
Til staðar uttanfyri vóru eisini børn frá barnagarðinum á Eiði sum sjálvsagt vóru spent at síggja hvussu ein slík brandvenjing gongur fyri seg.
Myndir: Eysturoyarportalurin






