Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.10.2023 21:38

Breiðablik hitaði upp móti Glasgow Rangers

Mynd: Fótbólti.net

Breiðablik og Klæmint A. Olsen fyrireika seg í hesum døgum til komandi uppgávu, sum er í Conference League móti KAA Gent.

Í hesum sambandi er Breiðablik í Glasgow, har teir í dag leiktu venjingardyst móti eykaliðnum hjá Glasgow Rangers á Rangers Training Centre.

Klæmint byrjaði á bonkinum, men var innskiftur longu tá ið 33 minuttir vóru leiktir. Og hann skuldi bert brúka 5 minuttir áðrenn hann fekk hol á. Hann legði Breiðablik á odda 2-1, eftir at Glasgow Rangers hevði javna nakað áðrenn til 1-1.

Breiðablik vann dystin 3-2.

Nu verður ferðast víðari, har teir hósdagin 26. oktober skulu møta KAA Gent á Ghelamco Arena í Belgia.