Sjóvar kommuna
Sjóvarbrekka við síðugøtum eru smalir vegir, har nógv akfør og fólk ferðast.
Fyri at bøta um ferðslutrygdina, hevur kommunustýrið samtykt at gera nakrar broytingar í ferðslureglunum á Strondum.
Hereftir verður hámarkferðin á Sjóvarvegi, Kirkjuvegi, Bøgøtu, Sjóvarbrekku og Follendisvegnum í mesta lagi 30 km/t
Eisini skulu bilar, sum koyra oman eftir Sjóvarbrekku, halda av fyri bilum, sum koyra niðan eftir Sjóvarbrekku.
Kommunan heitir á øll um at halda seg til ásettu reglurnar.
