Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.11.2023 09:45

Búi Egilsson leingir við NSÍ

Mynd: NSÍ

Hetta boðar NSÍ frá í morgun.

Tað hevur verið eitt ivamál um hvar vágbingurin fór at spæla komandi ár. Men nú er tað endaliga staðfest, at orkumikli álopssinnaði leikarin verður verandi í gulum.

NSÍ skrivar soleiðis:

27-ára gamli álopskendi leikarin, Búi Egilsson, hevur undir skrivað ein nýggjan sáttmála fyri kappingarárið 2024.

Búi Egilsson leikti sínar fyrstu minuttir í betri deildini í 2012 fyri FC/Suðuroy, men í 2019 var Búi at síggja í gulari troyggju. Í 2024 er tað 6. kappingár hjá Búa Egilsson í NSÍ. 125 dystir er Búi Egilsson skrásettur fyri NSÍ, og vit gleða okkum til at síggja fleiri.

NSÍ gleðist um nýggja sáttmálan, nú fyrireikingarnar eru í gongd til kappingarárið 2024.