EB/Streymur skrivar:
EB/Streymur og 28 ára gamli suðuroyingurin, Búi Egilsson, hava í kvøld skrivað undir sáttmála, sum ger, at Búi komandi ár spælir í blásvørtu blusuni.
Offensivi leikarin hevur leikt yvir 300 dystir í Betrideildini og 1. deild og skotið 80 mál.
Vit gleða okkum at síggja teg í EB/Streymablusuni komandi ár og ynskja tær alt tað besta