Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.10.2024 11:19

Býarilistin – fyri eina framskygda og mennandi kommunu

Kommunuval 2024

Nes Kommuna er ein av skjótast vaksandi kommununum í Føroyum, og nú, tá kommunuvalið verður 12. november, bjóða 4 kvinnur og 3 menn seg fram á nýggja listanum at stjórna kommununi.

Býarilistin er ein nýggjur framskygdur listi, ið vil tryggja, at kommunan heldur fram við sínum jaliga vøkstri.

Eitt sterkt lokalsamfelag í vøkstri

Kommunan hevur verið í støðugari menning seinastu árini, serliga síðani Eysturoyartunnilin læt upp fyri skjótt trimum árum síðani. Hesin vøksturin hevur ment kommununa til ein bý, og við hesum kemur eisini størri ábyrgd at stýra einum vaksandi lokalsamfelag. Ein kommuna í vøkstri merkir fleiri nýggj andlit í gøtumyndini, og tað er av stórum týdningi, at øll føla seg vælkomin.

Býarilistin vil tryggja, at allir borgarar í Nes Kommunu – bæði tey, sum hava búð her alt sítt lív, og tey, sum eru flutt higar seinastu árini – kenna seg heima og hava eitt sterkt tilknýti til býin.

Familja og trivnaður í miðdeplinum

Fyri at tryggja, at vøksturin heldur fram, er neyðugt at gera tað einfaldari at seta búgv í kommununi, bæði á Nesi, á Toftum og á Saltnesi. Samstundis er tað alneyðugt, at skúlin verður dagførdur í takt við vøksturin, og at barnaansingin eisini fylgir við.

Býarilistin vil eisini leggja seg eftir at skapa eitt livandi umhvørvi við fleiri bústøðum í býnum. Eitt tættari býarsamfelag, har fólk savnast, kann skapa eitt sterkari sosialt umhvørvi og samstundis geva handilsvinnu og aðrari vinnu møguleika at menna seg.

Býarplanlegging og miðstaðarøki

Býarilistin metir, at býarplanlegging er ein týðandi partur av menningini av Nes Kommunu. Ein væl skipað útbygging av miðstaðarøkinum í býnum kann virka sum kveikjari fyri framhaldandi vøkstur og trivnað. Við einum sterkum miðstaðarøki gerst kommunan meira savnandi fyri bæði bústaðar- og vinnumenning, og hetta kann vera við til at menna lokalsamfelagið.

Fleiri arbeiðspláss og betri kor til vinnuna

Nes Kommuna hevur gjørt fleiri íløgur í vinnuøki og kaikant farnu árini, tó er talið av arbeiðsplássum ikki vaksið tilsvarandi. Flestu vinnubygningar verða í dag nýttir sum lagurbygningar við fáum starvsfólkum. Hetta vil Býarilistin broyta. Listin arbeiðir fyri at betra umstøðurnar fyri vinnulívið, soleiðis at fleiri arbeiðspláss kunnu verða skapt í kommununi – bæði til gagns fyri borgararnar og fyri fólk úr øðrum økjum í landinum.

Vel Býarlistan – fyri ein framskygdan bý

Býarilistin er ein listi, ið setur trivnaðin, familjurnar og vinnuna í miðdeplin, og vit ynskja eitt sterkt og samhaldsfast lokalsamfelag, har allir borgarar fáa møguleikan at vera við til at mynda framtíðina hjá Nes Kommunu.

Vel Býarlistan á kommunuvalinum 12. novembur.

Valevni:

Daisy Joensen Iversen

Hilbert Kári í Grógv

Bjørk Berg Wiggins

Niels Jacob Nielsen

Harda Viljamsdóttir Højgaard

Marius Hammer

Berlys Toftadal