Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2024 21:12

Býarskáin í Runavík

Tíðindaskriv

Aftur í ár ber til at gera kvettið í Runavík til Býarskáan, ið er stóra heysttiltakið í økinum. Eitt langt vikuskifti, har fólk kunnu keypa jólagávurnar í góðari tíð.
Løkshøll og Bókasavnið við Løkin skipa fyri upplivingum, og handilslívið setir hol á eina rimmar jólasølu við einari ørgrynnu av tilboðum, kappingum og undirhaldi. Harumframt vera alskyns matvognar og spennandi Støkk-upp handlar í økinum, ið somuleiðis hava nógv góð jólagávuhugskot.

Handlarnir hava leingi opið bæði leygardagin og sunnudagin!