Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.09.2024 12:26

Byggifyritøkan KBH 25 ár

Á myndini: Benn Johannesen, Helgi Johannesen og Súni í Hjøllum (Mynd: Nes Kommuna)

Nes Kommuna

Í gjár, mikudagin 18. sept., hevði byggifyritøkan KBH 25 ára stovningardag.

Í hesum sambandi hevði fyritøkan bjóðað starvsfólkunum til ein betri bita og hugna  á Svangaskarði.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, støkk inn á gólvið og handaði brøðrunum Helga og Benn Johannesen frá KBH blómur. Borgarstjórin bar eisini fram eina heilsan og tøkk frá Nes kommunu.

Spjaldur