Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2025 15:56

Býráðið hevur samtykt at fara undir at útbyggja skúlan í Leirvík

Eysturkommuna

Verkætlanin fevnir um niðurtøku av trimum bygningum. Í teirra stað verður ein nýggjur bygningur reistur og útiøkið rundan um verður tillagað.

Nýggi bygningurin er umleið 2000 fermetrar og fer at hýsa skúlastovum, tónleikastovu, mið- og ítróttarhøll við tveimum badmintonbanum, bókasavni, umklæðingarrúmum og læraraumhvørvi við fyrireikingarhølum.

Samlaða kostnaðarmetingin fyri verkætlanina er 95 milliónir krónur og byggitíðin er mett til 2,5 ár.