Sunda kommuna
Í morgin verður farið undir at avfresa og asfaltera uppmerkta økið í Streymnesi. Nógv gerandisferðsla er vanliga eftir vegnum, og tí vóna vit fólk vísa størsta varsemi og tillaga seg við koyrimynstrinum, til arbeiðið er liðugt.
Á býráðsfundinum síðst í februar vórðu pengar leysgivnir av fíggjarætlanini 2025 til endamálið, og pengar eru eisini leysgivnir til at asfaltera uppmerktu økini á Langasandi, á Oyri, í Hósvík og við Gjógv.
Tað er EM Asfalt v/Edvard Mikkelsen, sum stendur fyri arbeiðinum.




