Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.04.2025 12:42

Byrja at gera klárt til Bátafestivalin á Toftum

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í góðveðrinum í morgun vóru menn so smátt í ferð við at gera klárt til stóra tiltakið á Toftum, nemliga Bátafestivalin, sum verður fyrst í mai mánaða.

Arbeiðsmenn hjá Nes kommunu skiftu í dag keturnar og nøkur av dekkinum, framvið kaikantinum, soleiðis at tað er klárt til allar stuttleikabátarnar, sum koma á vitjan á festivalinum.

Seinni í vikuni verður eisini alt kaiøkið vaskað og spulað verður upplýst av Toftum.

Bátafestivalurin 2025 verður fyrsta vikuskifti í mai. Í ár verður tað so leygardagin 3.mai.

Mynd: Eysturoyarportalurin