Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.03.2025 07:15

Dreymurin er at fáa 3 stig

Jóannes Kalsø Danielsen spældi leygarkvøldið sín átjandi A-landsdyst fyri Føroyar - Mynd: www.FSF.fo

Fótbóltssamband Føroya

Talan verður uttan iva um ein truplan dyst, men dreymurin er at fáa 3 stig ímóti Montenegro týskvøldið, sigur Jóannes Kalsø Danielsen í samrøðu við FSF Varpið.

Fyrst við bussi í góðar tveir tímar, og síðani í flogfari í hálvanannan tíma, kom A-landsliðið við monnum seinnapartin sunnudagin til Podgorica í Montenegro.

Av flogvøllin var farið á gistingarhúsið, og eftir ein lítlan steðg og ein stuttan fund, fóru spælarar og venjarar á Tusko Polje Stadion, har skipað varð fyri einari lættari venjing.

Áðrenn menn av álvara fóru í gongd, fekk FSF Varpið orðið á Jóannes Kalsø Danielsen, ið væntar ein truplan dyst týskvøldið, men málið er sjálvandi at fara heim aftur við einum sigri.

– Tað er góður kvalitetur á liðnum hjá Montenegri, men dreymurin er at fáa 3 stig, sigur Jóannes Kalsø Danielsen millum annað í samrøðuni.