Havstovan
Árliga lutakastið millum innsend fiskamerkir seinasta árið verður á Havstovuni fríggjadagin
tann 15. november kl. 11
Fiskamerkini, sum eru við í dráttinum hesaferð, eru komin Havstovuni í hendi millum 24. november 2023 og 1. november 2024. So hevur tú latið fiskamerkir inn í hesum tíðarbili, kanst tú gerast hepni vinnarin av 12.500 krónum.
Tiltakið er alment og øll er vælkomin at vera til staðar. Vinnarin verður kunngjørdur á heimasíðuni hjá Havstovuni.