EB/Streymur skrivar:
EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við Virgar Jónsson fyri 2024.
17 ára gamli eiðismaðurin, hevur av álvara víst seg fram í ár. Í sínum 21 dystir fyri betrideildar liðið í ár, hevur Virgar skotið 2 mál og gjørt tvey upplegg. Virgar hevur eisini leikt 11 dystir fyri næstbesta liðið og skotið 1 mál.
Eisini hevur Virgar verði fastur maður á U19 landsliðnum í ár.