EB/Streymur boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við liðformannin, Andras Ólason Olsen, fyri 2024.
Andras Ó. Olsen er 28 ára gamla miðverji úr Streymnesi. Hann fekk sínar fyrstu minuttir fyri betriliðið hjá EB/Streymi afturi í 2015 og hevur síðani 2020 verði liðformaður hjá besta mansliðnum.
Sambært Faroesoccer hevur hann leikt 186 dystir og skotið 16 mál í Betri deildini.