Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.04.2025 22:18

Ein áhugaverdur filmur um fólkini á “Bakka”

Áðrenn filmurin byrjaði, greiddi Óluva Zachariasen frá um arbeiðið og tilgongdina av dokumentarinum (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Í kvøld var frumsýning av dokumentarfilminum “Bakka” í Norðurlandahúsinum. Ein filmur um starvsfólkini á Bakkafrost.

Hyggjarin fekk eitt serligt innlit í, hvat Bakkafrost ger og hvussu gerandisdagin hjá teimum, yvir 1000 starvsfólkunum, sum dagliga starvast í Bakkafrost samtakinum, er.

Alt frá alarunum, djóralæknum, pakkarum, og til sjálvan forstjóran, Regin Jacobsen.

Tað er journalisturin, Óluva Zachariasen, sum hevur tey seinastu tvey árini, saman við Raclip, fylgt hesum ymiskum fólkunum. Og burturúr er komin hesin sera áhugaverdi filmurin sum vísur hvat Bakkafrost er fyri ein fyritøka.

Upplýst var áðrenn filmurin bleiv vístur, at yvir 70 tímar av upptøkum eru gjørdar hesi tvey árini arbeiðið hevur vart. Og sum nú so er “kókað” niður í uml. 1 tíma og 30 minuttir.

Í kvøld var so fyrsta, av íalt 4 sýningum. Fólk sum ikki hava sæð filmin hava tó møguleika til tess.

Tann 7. apríl kl. 19.00 verður filmurin vístur í Varpinum í Klaksvík. Tann 10. apríl kl. 19.00 í Salt á Tvøroyri og tann 24. apríl kl. 19.00 í Løkshøll í Runavík.

Myndir: Eysturoyarportalurin