Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.10.2024 22:21

Ein íløga í ungdómin er ein íløga í framtíðina

Lesarabræv/ Kommunuval 2024

Skúla, frítíðarskúla og barnagarðsøkið 

Í Sunda kommunu hava vit góðar dagstovnar við góðum starvsfólkum, men ein avbjóðing er útiøkið rundan um barnagarðarnar, har allir treingja til viðlíkahald og uppraðfesting. Hvalvíkar skúli skal heildar dagførast, so hann kann hýsa verandi virksemi, umframt byggja uppá møguleikarnar í samráð við skúlaleiðslu. Frítíðarskúlin á Oyrarbakka skal fáa egin høli og nýggjar karmar tætt upp at verandi barnagarði í samráð við dagstovnaleiðslu. Verði eg valdur vil eg arbeiða fyri hesum í komandi setu. 

Frítíðarkortið 

Týdningurin av einum væl sosialiseraðum ungdómi skal ikki undirmetast. Í nær umhvørvinum hava vit nógv frítíðartilboð til børn og ung, og hesum feløgum eiga vit sum kommuna framhaldandi at geva bestu møguleikar at skapa tilboð til okkara ungu. Frítíðarkortið er eitt amboð, ið fleiri og fleiri kommunur fáa á breddan. Verði eg valdur vil eg arbeiða fyri, at frítíðarkortið verður veruleiki í komandi 

setu. 

Smærru feløgini 

Hesa setuna hava vit miðvíst arbeitt við at betra um møguleikarnar hjá smærru feløgunum at mennast. Stuðulin hjá feløgum við miðvísum ungdómsarbeiði og egnum húsi er øktur úr 30.000kr. til 50.000kr. komandi ár, umframt at stuðul til nýbygging av kappróðarbátum er komin inn. Nøkur av smærru feløgunum hava ætlanir um at útbyggja og umbyggja verandi bygningar, fyri at betra um umstøðurnar. Verði eg valdur vil eg arbeiða tætt saman við smærru feløgunum, so hesi fáa bestu karmar til sítt virksemi. 

Eyðstein Zachariasen 

Valevni í Sunda kommunu