Almanna- og mentamálaráðið
Í gjár vitjaði Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, á Dugna, har hann varð vístur runt á ymsu verkstøðunum á Hjalla. Eisini hitti hann stýrið, sum hevði aðalfund í gjár.
Dugni hevur fleiri vælvirkandi tilboðum kring landið: Skúlan við Áir, verkstøð og handlar á Kambsdali, í Klaksvík, í Suðuroynni og eisini á Hjalla í Havn, har landsstýrismaðurin vitjaði í gjár.
Á hesum støðum fáa borgarar roynt síni arbeiðsevnir ella skúla seg, so tey kunna gerast sjálvbjargin og partur av arbeiðs- og útbúgvingarøkinum.
Tað var áhugavert at síggja alt tað fjøltáttaða virksemið, ið Dugni bjóðar sínum arbeiðsfólki og næmingum. Eitt gott dømið er, hvussu tey sameina endurnýtslu og skapar nýtt, sum var spennandi at síggja,” sigur landsstýrismaðurin
Dugni hevur til endamáls at skipa fyri arbeiðsvenjing og endurbúgving. Málbólkurin eru borgarar í Føroyum, ið hava torført við at fáa, ella at varðveita arbeiði.