Sleipnir ríðingarfelag
Í góða veðrinum høvdu nógv av okkara funnið leiðina til Leynavatn í vikuskiftinum.
Riðið varð úr Havnadali fríggjadagin – túrurin til Leynar er uml. 30 kilometrar eftir fjøllunum.
Ein fantastiska góður túrur har veðrið eisini varð til vildar.
Luttøkan og úrslitini hjá okkum vóru eisini góð.
26 ross vóru meldaði til, herav vóru 6 ross mannaði við okkara reiðfólki – soleiðis umboðaði Sleipnir ríðingarfelag yvir 23% av tilmeldingunum til leynavatnsstevnuna í ár.
Í trav kappingini vóru 6 ross meldaði til – 50% av luttakarunum vóru úr okkara felag.
Her minnist onkur kanska fittu myndina vit løgdu út í sídstu viku, har okkara ungu reiðgentur vandu eitt góðveðurs-kvøld.
Væl hildnaðist hjá okkara ungu, røsku rossagentum.
Simona og Lív gjørdu ikki matari enn av vinna bæði 2. og 3. plássið í trav kappingini.
Garvaða Marner Joensen og Glettu úr Kollafirði kláraðu tær ikki at vinna á hesaferð, men tær hava gott mót uppá at royna aftur.
Úrslitið av trav kappingini:
Marner Joensen á Glettu 43,57 sek
Simona Tornby á Gígur 45,73 sek
Lív G. Djurhuus á Dropa 50,37 sek
Í tvíspor 1. flokki reyð okkara Birna á Braga, sum hoyrir heima á Eiði.
Birna hevur nógv góð úrslit at vísa á, har hon fyrr hevur riðið á skjóta hestinum hjá Annu Magnussen, Freyr úr Lamba.
Tíðirnar í 1. flokki vóru ótrúliga tættar hesaferð.
Birna og Bragi kláraðu at sprinta seg til eitt flott 3. pláss.
Úrslitini í tvíspor 1. flokki:
Silja G. Eystberg á Ódin 20,16 sek
Ása Bárdardóttir á Silfá 20,33 sek
Birna Jóanesarson á Braga 20,34 sek
Aftaná kappingina var stuttleikakapping, har Beinta Niclasen rann seg til eitt flott 2. pláss á skjóta Freyr hjá okkara Annu Magnussen.
Alt vikuskifti hava rossafólk hugna sær við ríðing, báli og felagssangi við Leynavatn.
Sleipnir ríðingarfelag takkar øllum fyri eina sera góða leynavatnsstevnu og ynskjir øllum vinnarunum tillukku.



















