Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.09.2023 08:30

Eivør gjørt sáttmála við Season of Mist

Eivør (Mynd: Adam Wamsley)

Eivør Pálsdóttir hevur nýliga gjørt sáttmála við fronsku plátufyritøkuna, Season of Mist.

Tað upplýsir heimasíða Season of Mist, sum er ein plátufyritøka, sum gevur út tónleik av slagnum Heavy metal.

Heimasíðan skrivar, at tey eru sera errin av at hava fingið undirskriftina frá dugnaligu songkvinnuni sum er ættað úr Syðrugøtu, og sum tey gleða seg til at samstarva við í framtíðini.

Sambært heimasíðuni, so er ætlanin at Eivør kemur út við nýggjari útgávu í 2024.