Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.03.2025 14:47

Eldradagur í Eydnuni 22. mars – skrá

Sunda kommuna

Leygardagin 22. mars kl 09.30, verður Eldradagur í Eydnuni á Oyrarbakka

Tekni tykkum til áðrenn 17. mars

Tiltakið er ókeypis, og fyri allar borgarar í Sunda kommunu, ið eru 60 ár og eldri.

Tekna teg til her ella ring/skriva til Winnie Hansen á tlf 222583. Eisini ber til at skriva seg upp í Blákolluni. 

Skráin fyri dagin: 

  • 09.30 Gongutúrur í Náttúrulundini
    (møtast uttanfyri Eydnuna)
  • 10.00 Eyðstein Zachariasen bjóðar vælkomin
  • 10.10 Morgunmatur – Ruben Busk borðreiðir
  • 10.45 Felagssangur
  • 11.00 Snorri Patursson – “Góð heilsa”
  • 11.30 Felagssangur
  • 11.35 Helgi í Brekkunum – “kirkjugongd í Føroyum í 250 ár”
  • 11.55 Felagssangur
  • 12.00 Døgurði – Ruben Busk borðreiðir
  • 12.45 Jens Jensen – Eldraráðið
  • 13.15 Kári P. syngur
  • 13.45 FARGEN – Ættarbandsskráin og ílegugransking
  • 14.30 Høgni Mohr – “Ungdómurin hjá abba mínum vardi, til hann var 80”
  • 15.00 Liðugt (farið verður ikki uppá gólv í føstu)

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll, til ein hugnaligan dag saman. 

Spjaldur