Eldraráðið fyri Roðan
Eldraráðið fyri Roðan skipar fyri felags fundi í Løkshøll í Runavík, mánakvøldið 18. november kl. 19,00.
Fundurin er fyri borgarar í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunum, sum eru 60 ár og eldri.
Á fundinum fara Torbjørn Jacobsen, stýrisformaður fyri Roðan – læknin Anders Bøgesvang og Jóngerð Guttesen, leiðari fyri Roðan at hava framløgur.
Umframt felagssang verða sangframførðslur av Ólavi Højgaard við bólki og Magnusi á Stongum.
Aftaná fundin bjóða vit kaffi, te og ris a la mande.