Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.09.2024 15:02

Eldraráðið fyri Roðan skipar fyri kunnandi fundi í bygdahúsinum á Strondum

Eldraráðið fyri Roðan hevur fund í bygdahúsinum á Strondum hóskvøldið 26. september 2024 kl. 19:00 fyri borgarum í Sjóvar kommunu ið eru 60 ár og eldri.

Millum annað greiðir umboð fyri Roðan frá týdninginum av venjing fyri eldri. Eisini fara umboð fyri Dagtilhaldið á Glyvrum at greiða frá teirra arbeiði við yngri, rakt av demens.

Umboð fyri vitjanartænastuna hjá Reyða Krossi luttaka eisini á fundinum, og fyritøkan Rosah gevur ráðgeving um ymisk hjálparamboð.

Aftaná fundin verður kaffi og hugnaligt prát.