ÍF skrivar:
Vit eru sera glað fyri at kunngerða at ÍF og Elvio hava gjørt avtalu fyri kappingarárið 2024.
27 ára gamli Elvio kom fyrstuferð til Fuglafjarðar í 2022, og hart arbeiðandi argentinin hevur spælt 42 dystir fyri ÍF seinastu 2 árini.
Vit í ÍF eru sera spent at síggja Elvio aftur í Fløtugerði í 2024, og ynskja honum vælkomnan aftur til Fuglafjarðar!