Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.11.2024 13:57

Endaðu á einum 7. plássið

Mynd: Støkk

Støkk

HM í estetiskum fimleiki er í Estlandi í hesum døgum og fimleikaliðið Rósan úr Støkk luttók fyri fyrstu ferð í kappingini short program. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at eitt føroyskt lið luttekur í hesi kapping.

Tær kappaðust innleiðandi í gjár og komu víðari til finaluna í dag. Endaliga úrslitið gjørdist eitt 7. pláss av 13 liðum.

Tær hava lært nógv á túrinum og eru nøgdar við úrslitið, nú tær hava kappast móti teimum bestu í heiminum innan short program.

Nú eru tær spentar at venja torleikarnar í seriuni enn meira fram til næstu kapping.

Myndir: Støkk