Í samrøðu við Eysturoyarportalin í desember 2023, segði Tummas S. Jacobsen at tað hevði verið spennandi at fingið grivið gomlu toftirnar framaftur og fingið at vita hvat goymdi seg undir svørðinum.
Og tann 10. og 13. september varð so Tjóðsavnið á vitjan, inni við Prestá á Skála og gjørdi fornfrøðiligar kanningar um júst hesar gomlu toftir, sum har liggja.
Gingið var runt á økinum við einum GPR skannara, eins og flogið var við dronu og myndir vóru tiknar.
Arbeiðið var gjørt fyri at fáa greiðu á um fornleivdir/toftir kunnu finnast av møguligari kirkju, ið sigst skal hava staðið við Prestá í fornum døgum.
Sambært søgnini, stóð kirkja við Prestá fyrst í 1600 talinum, men fór av einum áarlopi uml. 1650.
Tískil verður spennandi, um hesar kanningar geva ábendingar um fornleivdir í økinum.
Í 2017 vóru skanningar gjørdar av Munin, sum arbeiðir við projektering av lendisætlanum og grundøkjum, og góðu tær ábendingar um fornleivdir. Og út frá hesum, eru kanningar nú gjørdar Tjóðsavninum, við neyvari tólum.
Myndir: Fríøkið við Prestá




