Eyp/ eygleiðing
Summarið er av á hesum sinni. Heystið hevur tikið yvir og dagarnir styttast og veðrið verður alsamt vátari og kaldari.
Triðja beinið – ferðavinna – er longu farin til arbeiðis at marknaðaføra Føroyar til útlendingar til komandi summar. Teimum á bakið koma so vinnuferðavinnan, ítróttarferðavinna og aðrar tilknýttar ferðavinnur, sum eisini geva sítt íkast til samfelagið.
Og ikki at gloyma eitt annað slag av ferðafólki, nemliga útlendsku aktivistarnir, sum verða bara sjónligari og sjónligari hvørt ár.
Tí er tað kanska ein kærkomin løta at steðga á og hyggja eftir hvussu summarið hilnaðist her heima hjá okkum, tá hugsa verður um tann stóra ferðafólkastreym sum kom til landið.
Tað er sjálvdan at tað ikki er ein dagur, serliga í summarhálvuni, har okkara tilbúgving og sjúkrahúsverk má standa til reiðar at taka sær av útlendskum ferðafólki, sum eru komin illa fyri her á landið, bæði tá tey eru farin út í náttúruni og á ferðafólkaskipunum sum liggja við bryggju.
Tað feskasta og nýggjasta dømið var fyrst í september, tá ið boð vóru eftir bjargingartyrluni ,tá ið ein ferðamaður datt oman og kom illa til skaða norðanfyri Haraldssund. Tíðanverri var hetta ikki nakað eindømi í nýggjari tíð, tá tað kemur til ferðafólk. Langt frá tí!
Bara tey seinastu tvey árini, sæst á yvirlitinum hjá Vørn, at tilbúgvingin, t.e. bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways, bjargingarbátarnir Ziska og Rescue Lív, løgreglan, Tjaldrið, Brimil o.o. hava verið boðsend fleiri ferðir, tá ið útlendsk ferðafólk, antin hava gingið seg føst í náttúruni, dottin og brotið seg sundur, ella í einstøkum førum burturblivin og ongantíð funnin aftur.
Hetta hevur kosta nógv, bæði í leitingartímum og í krónum og oyrum. Hvussu nógv er ilt at siga. Spurningurin er tí, hvat er til ráða at taka, soleiðis at tílík óhapp og neyðstøður kunnu minimerast ella ikki henda aftur?
Tí er tað heldur ikki so ringt at ímynda sær, at tá føroysk bjargingarlið verða kallaði út til óhapp og neyðstøður, sum viðvíkja ferðafólkum, so sigur tað seg sjálvt, at tað verður minni tíð og orka til skattgjaldarnar, nemliga føroyingarnar, sum búgva í landinum, um teimum skuldi tørva hjálp.
Sum er, so er tað avmarkað, hvussu nógvur peningur er settur av til tilbúgving og bjarging. Vit síggja t.d., at annað av vaktarskipinum má liggja við bryggju helvtina av árinum, tí tað hevur ikki nokk av játtan til olju og manning. Og hetta fer ikki at broytast komandi tíðina, ásannar Dennis Holm, landsstýrismaður, sum varðar av fiskivinnumálum og Vørn.
Tjaldrið er frá 1976 og fyllir sostatt 47 ár, og tað sæst eisini aftur. Fyrr í summar, tá ið Paul Watson og skip hansara vóru her á føroyaleiðini, høvdu tey ongar trupuleikar at sigla undan gamla og niðurslitna Tjaldrinum, og kundu lættliga sigla inn gjøgnum føroysku firðirnar sum teimum listi.
Eisini á Landssjúkrahúsinum merkja tey trýstið av økta ferðafólkastreyminum, sum bara er øktur seinastu árini.
Varastjórin, Tummas í Garði, sigur, at tey merkja væl tá ið stóru ferðafólkaskipini koma til Føroyar. Tí tað er ikki dagar, at útlendsk ferðafólk, mest eldri fólk, eru á Landssjúkrahúsinum í sjúkraørindum av ymiskum slag.
Hann sigur m.a, at stóri vøksturin í ferðafólkum setur sín dám á alt samfelagið, og vit síggja tað eisini aftur í virkseminum á Landssjúkrahúsinum, serliga summarhálvuna.
Sum við øllum viðgerðum, so koma fólk inn eftir tørvi. Er støðan akutt, so kemur ein framat skjótast til ber, og ikki verður gjørdur munur á føroyingum ella útlendskum ferðafólki. Bráðfeingins er bráðfeingis, sigur hann.
Sjálvur metur Tummas í Garði, at Landssjúkrahúsverkið er brynja til at taka ímóti ferðafólkum. Tað er meira at gera í klinikkini og eisini fyrisitingarliga í sambandi við útlendsku ferðafólkini sum fáa skaða, sigur hann. Men tá tað er sagt, so ber ikki til at samanbera okkara støðu við eitt nú Grønland, har heilsuverkið í summar rópti varskó.
Sjúkrahúslógin ásetir annars hvør, ið hevur rætt til ókeypis viðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum. Fleiri av útlendsku ferðafólkini bera sjálvi kostnaðin, sum í praksis sum oftast merkir, at tryggingin hjá ferðafólkunum rindar, sigur Tummas í Garði.
Hetta merkir so t.d., at trýstið, sum í forvegin er høgt, bert økist, og at læknar, sjúkrasystar og onnur, mugu til at renna tað skjótari.
Eisini ger tað tað í summun førum, at føroyingar, sum gjalda skatt og búgva her í landinum, mugu brynja seg við tolið og bíða tað longri til at sleppa framat til læknahjálp.
Og sjálvandi kostar hetta eisini samfelaganum í krónum og oyrum, hóast flestu ferðafólk hava eina ferðatrygging, sum ger at ferðafólkið fær goldið fyri sjúkraleguna. Nakað sum Tummas í Garði eisini váttar.
Eisini á Vága Floghavn merkja tey stóra ferðafólkastreymin.
Árið 2019 var metár hjá Vága Floghavn. Tá ferðaust 424.000 fólk um flogvøllin í Vágum. Síðani minkaði talið nakað, av tí at koronafarsóttini herjaði í 2020 og 2021. Men longu aftur í 2022 var talið uppi á 406.000 ferðandi, meðan árið í ár, 2023, fer ivaleyst at seta met við tað, at longu nú hava 313.000 ferðast um flogvøllin. Og enn eru meira enn tríggjar mánaðirnar eftir av hesum árinum.
Leggast kann tildømis afturat, at nýggja farstøðin og tænastybyggningurin, sum stóð liðugur í 2014, longu nú er alt ov lítil til stóra ferðafólkastreymin, sum alt annað líka, bert fer at økjast komandi árini.
Ætlanir eru tó í stoypiskeiðini at útbyggja núverandi farstøð og tilhoyrandi hølir, men tann ætlanin verður ikki framd í nærmastu framtíð. Men spurnigurin er um hetta má framskundast munandi?
Alt hetta kemur so eisini í kjalarvørrinum av málinum – gongd í haga – sum hevur verið sera aktuelt seinastu árini. Serliga við tí veksandi ferðafólkastreyminum, og tí økta trýsti hetta hevur viðført á bygdirnar og serliga smáplássinin. Smápláss sum t.d. Saksun, Tjørnuvík og Mykines hava verið serliga útsett.
Eitt mál sum enn ikki er loyst. Eitt mál, sum onkursvegna hevur klovið tjóðina í tvey – Havnin móti bygdinum. Visti Faroe Islands móti jarðaeigarunum osv. Bylgjurnar hava gingið høgt og meiningar hava verið nógvar.
Landstýrismaðurin í vinnumálum, Høgni Hoydal, hevur sagt, at málið fer at verða loyst í heyst. Men undangongumaður hansara, fyrrverandi vinnumálaráðharri, Helgi Abrahamsen, kláraði ikki at loysa málið, tá ið hann sat við málinum í undanfarnu samgongu.
Tískil sær tað trupult út, at ein loysn kann finnast á hesum torføra og fløkta málið, sum, so ella so, rakar allar føroyingar og teirra dagligdag, og sum hevur beinleiðis ella óbeinleiðis tilknýtið til hinar avbjóðingarnar, sum føroyska samfelagið skal finna eina loysn á skjótast gjørligt.
Vindur og regn er blivið dagligur kostur. Heystið er byrja. Og enn eru fleiri mánaðar til næsta summar. Nógv er at arbeiða við og nógv skal mýkjast fyri at koma á mál.
Vanligi føroyingurin er byrjaðu at ótolnast. Og tí verður spennandi at síggja hvat politiska skipanin fer at gera komandi tíðina.
Livst so spyrst.