Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.04.2025 15:22

Evnisfundur í Helsinki: Meir samanhald – ein nýggj tíð fyri trygd og tilbúgving í Norðurlondum

Løgtingið

Føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum, Johan Dahl og Liljan Weihe, luttóku í vikuni á árliga evnisfundinum ímillum Norðurlond, sum hesuferð varð hildin í Helsinki í Finlandi. 

Høvuðsevnið hesuðferð var Meir samanhald – ein nýggj tíð fyri trygd og tilbúgving í Norðurlondum. 

Fleiri áhugaverdar vitjanir og framløgur vóru. Eitt nú vitjaði finski forsetin, Alexander Stubb, og helt eina røðu. Eins og finski verjumálaráðharrin Antti Häkkänen, og generalloytnanturin og leiðarin fyri logistik- og útbúnað hjá finsku verjuni, Jari Mikkonen, eisini greiddu frá. 


Mynd: Alexander Stubb, finskur forseti.

Tørvur á at styrkja tilbúgvingina og veitingarkervið

Hóast hvørki Føroyar ella Áland eru partur av formansskapinum í Norðurlandaráðnum, luttóku umboð fyri bæði londini til ein sokallaðan rundborðsfund hjá NORDEFCO. Hetta er fyrstuferð at umboð fyri hesi londini hava luttikið á tílíkum fundi í formansskapinum. NORDEFCO er stytting fyri verjusamstarv ímillum norðulendsku londini.

Í hesum sambandi vístu føroysku umboðini eisini á ynskið um, at Føroyar gerast partur av HAGA samstarvinum. HAGA varð sett á stovn í 2009, við tí fyri eyga at tryggja samstarv um tilbúgving í Norðurlondum.

Johan Dahl nýtti høvið at spyrja svenska ráðharran fyri sivila verju, Carl-Oskar Bohlin, í hvønn mun lond og økir í Atlantshavinum eru við í tilbúgvingarætlanunum. Til hetta svaraði svenski ráðharrin – Hesi økir eru týdningarmikil og at tað tí er týdningarmikið, eisini at tryggja hesi økir.

 
Mynd: Johan Dahl, næstformaður fyri Miðbólkin í Norðurlandaráðnum.

Dagføring av Helsingforssáttmálanum klár í 2026

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum nýtti høvið at gera eina støðulýsing av spurninginum um eina dagføring av Helsingforssáttmálanum frá 1962. Í hesum sambandi vísti finski samstarvsráðharrin, Anders Adlercreutz, í eini gestaframløgu á, at stundin nú er komin at heita á ein persón at greina løgfrøðiligu avbjóðingarnar, ið kunnu stinga seg upp. Eitt arbeiði, sum skal verða liðugt síðst í hesum árinum. Norðurlandaráðið hevur heitt á stjórnirnar, um at bera so í bandi, at ein ítøkilig dagføring av Helsingforssáttmálanum verður klár í 2026.

 
Mynd: Luttakandi londini í Norðurlandaráðnum.

Talgilt koyrikort viðtikið

Uppskotið um talgilt koyrikort, sum skal gera tað gjørligt hjá øllum norðurlendskum borgarum, at brúka eitt og sama koyrikort, óansæð hvat norðurlendskt land talan er um, varð viðtikið í nevndini. Júst arbeiðið við hesum uppskotinum, hevur føroyska umboðið, Johan Dahl, verið við at gjørt. 

Uppskotið hevur ligið hjá nevndini fyri Vøkstur og menning, sum hitt føroyska umboðið, Liljan Weihe, eisini er partur av. 

Uppskotið er nú farið ígjøgnum nevndina, og næsta stig er, at tað verður lagt fram í Norðurlandaráðnum og haðani verður til eina tilráðing til stjórnirnar í Norðurlondum.  

 
Mynd: Frá vinstru Jóhannis Erlendsson, Ungdóms Norðurlandaráðið (UNR) og Liljan Weihe saman við øðrum í Vinstragrøna bólkinum.  

Næstformaður í Miðbólkinum

Johan Dahl, sum er limur í Miðbólkinum, varð á fundinum í Helsinki valdur til næstformann fyri Miðbólkin. Formaður er Jouni Ovaska úr Finnlandi. 

Hitt føroyska umboðið, Liljan Weihe, er í Vinstragrøna bólkinum. 

Johan Dahl, næstformaður og Jouni Ovaska formaður í Miðbólkinum




























Mynd: Johan Dahl, næstformaður, og Jouni Ovaska, formaður, fyri Miðbólkin.