Víkingur skrivar:
Víkingur hevur gjørt avtalu við Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, um at vera partur av okkara Betri hópi.
Eyðgerð, ið er av Toftum men búsitandi í Klaksvík, er málverji, og hóast hon einans er 22 ára gomul, so hevur hon drúgvar royndir í Betri deildini, har hon hevur spælt 82 dystir. Eyðgerð hevur eisini spælt 22 U-landsdystir og tveir A-landsdystir
Vit ynskja Eyðgerð vælkomnari í Sarpugerð og síggja fram til gott samstarv og eitt spennandi kappingarár