Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.06.2024 07:34

F-16 er vælumtókt ímillum skjúttar

Mynd: Eysturskot

Føðingardags kappingin var skotin á breytuni hjá Eysturskot leygardagin 15.juni

Eysturskot bleiv stovna 2016 og harfrá kemur navnið F-16 Kappingin.

Byrja bleiv klokkan 9:00 har 11 skjúttar skuldu skjóta um heiðurin at vinna hesa kappingina. Veðrið var gott men eitt sindur kalt í løtum.

Kappingin bleiv skipa soleiðis at allir skjúttar fyrst skuldu skjóta eftir 75 dúgvum fyri síðani at finna 6 teir fremstu, sum skuldu í eina Meistara finalu sum er eitt vanligt umfar har skjúttar skjóta eftir 25 dúgvum hvør.

Eftir fyrstu 75 dúgvurnar bleiv alt so spennandi sum tað kan blíva. Jón Jacobsen frá Byrsumúla og Johnhard Klettheyggj, somuleiðis fra Byrsumúla endaðu á 65 dúgvum saman við Alex Johannesen frá Eysturskot. Esmar Joensen sum er Presidentur í skjótisambandinum endaði á 58 dúgvum. Høgni G Jósleivsson fekk 57 dúgvur og Kristian Johannesen saman við Jónstein Johannesn raktu 56 dúgvur allir 3 frá Eysturskot. Shoot Off skuldi til fyri at finna útav um Kristian ella Jónstein skuldu í Meistara finaluna, har vann Kristian Johannesen, og so var Meistarabólkurin mannaður.

Í finaluni tekur skjúttin úrsliti frá teimun fyrstu 75 við sær í finaluna, og har gjørdi Alex Johannesen(EYS) bart og fekk samanlagt 87 dúgvur, Johnhard Klettheyggj (VBM) fekk 84 og Jón Jacobsen (VBM) fekk 83. Esmar Joensen skjeyt annars best í finaluni har hann skjeyt 23 av 25, men av tí at fyrstu 75 ikki var nøktandi, endaði hann sum nr.4 við 81 dúgvum.

A-finalan bleiv avgreidd soleiðis at hvør skjúttin skjeyt eftir 15 dúgvum, har alt bleiv nullstilla áðrenn finalu byrjan.

A finaluna vann Jónstein Johannesen (EYS) frammanfyri skálamannin Jóhannus Kristmundsson (EYS). 

Bronsuna í A bólkinum vann 14 ára gamli toftamaðurin Marius Gaardlykke sum eisini umboðar Eysturskot.

Hanna Jensen handaði heiðursmerkini til hesa føðingardags kappingina. 

Alt í alt ein góður dagur har skjúttar bæði skullu vísa sínar dygdir við byrsuni, men ikki minst tað mentala spælur ein týðandi leiklut.

Øll úrslitini eru á Eysturkot.com

Spjaldur