Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.01.2024 09:11

FAG setur kikaran á haldførið

Abstract balance and harmony concept. Metal balls on plank isolated on white background.

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Búskaparráðið og danski Tjóðbankin rópa enn einaferð varskó um vánaliga haldførið. Men hvat gera vit við tað? Tann spurningurin verður viðgjørdur í Smæruni í Havn tann 12.februar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar mánadagin tann 12.februar fyri almennum tiltaki um haldførið í føroyska búskapinum. Búskaparráðið og danski Tjóðbankin hava enn einaferð sett sjóneykuna á vánaliga haldførið, og stóri spurningurin er nú, hvussu vit lofta ávaringunum. Halda vit fram við at sita hendur í favn ella seta vit munagóð átøk í verk?

Henda spurning vóna vit at fáa svar á tiltakinum tann 12. februar.

Afturvendandi avbjóðing
Stendur tað til Føroya Arbeiðsgevarafelag verða munagóð átøk sett í verk sum skjótast. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir seinastu árini víst á stóru avbjóðingarnar við haldførinum, lesið meira her:  https://www.industry.fo/um-vinnuhusid/a-breddanum/eigur-haldfoerid-ongan-godan

Eitt ítøkiligt átak, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur skotið upp, er at seta fíggjarpolitiska regluverk í verk, lesið meira: https://www.industry.fo/um-vinnuhusid/a-breddanum/figgjarpolitiska-regluverkid-ma-setast-i-verk

Framløgur og orðaskifti
Á tiltakinum “Haldførið – hvat nú?” verða bæði framløgur og orðaskifti.

Nærri kunning kemur seinni.

Tiltakið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag verður í Smæruni í Havn mánadagin 12. februar klokkan 13.