Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.03.2024 21:59

Farmaskipið Freyja hjá reiðarínum Cargow fyri fyrstu ferð á Runavík

Mynd: Runavíkar havn

Runavíkar Havn

Í dag kom farmaskipið Freyja hjá reiðarínum Cargow fyri fyrstu ferð inn á Runavík. Tað er dóttirfelagið hjá Cargow, NWC (North West Chartering), sum skipar teirra virksemi í Føroyum.

Jónhard Johannesen, stjóri í NWC, sigur, at skipið er komið inn á Runavík við tómum bingjum, tí gjørt verður klárt til fasta rutusigling. Á NWC gleðast tey um, at Føroyar nú verða fastur partur av rutuni, og tey vóna, at NWC kann veita føroyskum kundum eitt gott og álítandi sjóvegis samband til grannalondini.

Freyja er eitt av fýra systurskipum, sum eru 138 metrar long og 21,4 metrar breið og hava tveir 60 tons kranar í bakborð. Øll skipini eru skrásett á Kypros.