Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.01.2024 18:05

Farsóttarmálsøkið yvirtikið á 1’ára degnum hjá Fólkaheilsustýrinum

Heilsumálaráðið

Eitt ár er liðið, síðan Fólkaheilsustýrið varð sett á stovn tann 1. januar 2023, og á 1’ára degnum fyri stovnanina, varð farsóttarmálsøkið formliga yvirtikið og flutt á føroyskar hendur. Í hesum sambandi skipaði Fólkaheilsustýrið fyri móttøku í gjár.

Fólkaheilsustýrið, sum er okkara føroyski heilsumyndugleiki, hevur fingið ábyrgdina av at umsita farsóttarøkið. Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt.

“At styrkja Fólkaheilsustýrið er ein av raðfestingunum hjá mær í 2024. Endamálið við raðfestingini er at fremja fyribyrging og fólkaheilsu og at tryggja yvirtøkuna av farsóttarmálsøkinum.” Millum annað soleiðis segði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, í røðu sínari til móttøkuna.

Øll røðan kann lesast her.