Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2025 09:58

Felags páskamøtir á eystari armi á Skálafjørðinum

Trúboðin

Eins og í fjør, so eru missiónshúsini í Rituvík, á Toftum og á Glyvrum felags um møtir á páskum.

Felags páskamøtini byrja Langa fríggjadag kl. 18.00 í Rituvík, har Marjan Kass Nielsen talar og Glyvra Streingjakor syngur.

Páskadag eru møti á Toftum kl. 18.00 har Bergur Debes Joensen talar og Manskórið í Rituvík syngur.

Annan páskadag kl. 18.00 er so møti á Glyvrum, har Kristian Martin Petersen talar og Taborkórið syngur.

Drekkamuður verður eftir øll møtini.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Missiónshúsið í Rituvík – Missiónshúsið Tabor á Toftum
Missións- & Ungdómshúsið á Glyvrum