Í morgin 4. oktobur vitjar ferðamannaskipið Spitsbergen aftur í Elduvík. Hetta skrivar Runavíkar Havn í kvøld.
Skipið fer at liggja fyri akker út fyri bygdini, og ferðafólkini verða førd í land við gummibátum. Spitsbergen hevur vitjað bygdina fleiri ferðir áður og hetta er aðru ferð í ár.
Móttøkutoymið, ið er samansett av fólki í Elduvík, Runavíkar Havn og Visit Runavík, hevur góðar royndir í at taka ímóti, og manningin kennir eisini umstøðurnar.
Runavíkar havn og Visit Runavík hava seinastu árini arbeitt saman við íbúgvunum í Elduvík við at menna hendan burðardygga leist. Tikið verður í mesta lagi ímóti 3 skipum um árið í Elduvík.
Spitsbergen, sum hoyrir undir reiðariíð Hurtigruten, er 100 m langt og umborð eru umleið 123 ferðafólk.
Skipið kemur kl. 07.00 og fer avstað aftur kl. 15.00. Fyrsti bátur kemur inn á land kl. 8.30.
Umboðsfelagið í Føroyum er Faroe Ship.