Fiskamarknaður Føroya heldur til á havnalagnum á Toftum.
Í gjár, tann 9. oktober var Eysturoyarportalurin á gátt og slapp at verða við til sjálva søluna (aftanfyri leiktjaldi), tá ið Høgni Hansen, uppboðssøluhaldari og stjóri, saman við Elin Lamhauge, seldu veiðuna hjá fiskiskipinum Núpi. Tað var einasta veiðan sum var á søluni í gjár.