Filmur: Eysturoyarportalurin
Tað var illfýsið í gjárskvøldið, upp í storm, og landssynningur. Soleiðis hevur eisini verið í nakrar dagar.
Syðrugøta er eitt av brimplássunum í Føroyum, og har kunnu aldurnar og brimið tískil gerast bæði ógvusligt og samstundis hugtakandi á at líta, tá landssyningur er.
Í skýmingini í gjárskvøldið, var Eysturoyarportalurin og tók film av hesum briminum, sum veruliga gjørdi um seg og vísti seg frá síni sterku og vøkru síðu.
