Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2025 13:55

Fimm fimleikaframsýningar hjá Støkk í vikuskiftinum

Mynd: Støkk

Tíðindaskriv

Fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða 29. og 30. mars í Bylgjuni í Runavík, og í ár eru tær fimm í tali. 

Sýningarnar við børnum undir skúlaaldur eru leygarmorgun kl. 10 og 12, meðan blandaðar framsýningar við eldru liðunum eru leygardag kl. 15 og sunnudag kl. 14 og 16.30. Skráin yvir fimleikaframsýningarnar liggur á www.stokk.fo og á Facebooksíðuni hjá Støkk. 

Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn 4-6 ár, vanligu liðini frá 1.-10. flokk, kvinnur, styrki og konditión, amboðslið og estetisk kappingarlið. Felagsliðið hjá Støkk við umleið 70 fimleikarum í aldrinum 12-77 ár er eisini á skránni. 

Undir framsýningunum verða nálir og ídnisprógv handað. 

Felagið skipar fyri páskareggjatombola og kaffisølu í gongini í Bylgjuni báðar dagarnar. 

Atgongumerki fáast á www.atgongumerki.fo áðrenn sýningarnar. G.G! 

Vegna bygging av svimjihøll er avmarkað við parkeringsplássum rundan um høllina. Víst verður til onnur parkeringspláss í økinum. 

Mynd: Støkk
Mynd: Støkk

Spjaldur