Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.04.2025 14:10

Finn finnur til Føroya

Tíðindaskriv

Um vikuskifti kemur danin Finn Nørbygaard til Føroya at hava tvær sýningar í Løkshøll.

Við einari nýskrivaðari sýning er Finn til reiðar at mýkja láturvøddarnar hjá føroyingum.

Í sýningini verða luttakandi leidd gjøgnum lív hansara í einari sjálvironiskari einamanssýning og hoyra um alt frá hansara fyrstu unnustu, til sambandið við Gud. Ein sýning, ið er gjørd í samband við hansara 50 ára hátíðarhald í undirhaldsvinnuni.

Finn hevur verið virkin í nógvum framleiðslum gjøgnum árini. Herav millum annað í Jadakkerne og Jydekompagniet saman við Jacob Haugaard.

Ferðaliðið telur 4 fólk og talan er um eina skemti- og tónleikasýning. Við sær á flygil hevur hann Kristian Borregaard.