Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.10.2024 17:14

Fjord í Fuglafirði er Ársins Íverkseti 2024

Aksel V. Johannesen, løgmaður og Suffía Nón frá Fjord (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Løkshøll í Runavík var í dag karmur um árliga tiltakið Ársins Íverksetaradagur hjá Íverksetarahúsinum.

Tað var Aksel V. Johannesen, løgmaður sum setti dagin. Síðani vóru tað Rókur J. Jakobsen, stjóri í Virka, Sølva J. Joensen, ávirkari og Cecilia Nolsøe Sørensen, ávirkari, sum høvdu hvør sína framløgu. Eisini borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Tórbjørn Jacobsen helt røðu, har hann hugleiddi um m.a. gomlu føroysku bindukonurnar, sum onkursvegna vóru ávirkarir í síni tíð.

Úr Danmark vóru komin Anders Hemmingsen, kendur ávirkari og Marie J. Bavnhøj, head of influencer marketing, sum saman greiddu frá virkseminum sum ávirkarir og tað arbeiðið sum verður gjørt handan leiktjøldini.

At enda var tað tíð til hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni at avdúka Ársins Íverkseta 2024. Og vinnarin í ár gjørdist fyritøkan Fjord, sum hevur heimstað í Fuglafirði.

Sniðgevin handan FJORD er Suffía Nón, og tað er Suffía sjálv, ið sniðgevur allar Fjord vørur. Navnið Fjord kemur av heimstaðnum Fuglafjørður, har Suffía eisini er fødd og uppvaksin.

Myndir: Eysturoyarportalurin