Sjóvar kommuna
Flaggdagin, fríggjadagin 25. apríl, kl. 17.00 verður skipað fyri flaggdagshaldi á Strondum.
Byrjað verður við skrúðgongu frá Sjóvarlon kl. 17.00.
Við bygdahúsið verður flaggrøða og sangur. Í ár heldur Sandra Ljósá Østerø, forkvinna í Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini, flaggrøðuna.
Síðani verður boðið til kaffi og køkur og bygdaquiz í bygdahúsinum.
Veri hjartaliga vælkomin.