Mynd: Nes prestagjald
Floytukonsert í Fríðrikskirkjuni sunnudagin 12. februar kl. 20.00.
Útnyrðingur er eitt floytukór, mannað av 14 floytuleikarum ið spæla á ymsar floytur – djúpar sum høgar.
Bólkurin er mannaður av næmingum úr musikkskúlaskipanini, umframt fyrrverandi næmingum, ið enn spæla.
Leikararnir koma úr Vágum, Streymoynni, Eysturoynni og Norðoyggjum. Súsanna Joensen stjórnar.
Bólkurin er á veg á konsertferð til Íslands, men vil við hesum bjóða okkum somu konsertskrá.
Skráin er fjøllbroytt og innheldur stykkir av fleiri føroyskum tónaskøldum umframt útlendskum.
Konsertin er umleið trý korter.
