Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.11.2024 22:33

Forðar heimastýrislógin fyri góðari integration í Føroyum? – Partur 2 av 3

Lesarabræv

Møguleikarnir at læra føroyskt kunnu vera avmarkaðir, og av tí sama hava útlendingar ofta vantandi atgongd til vælvirkandi undirvísing í føroyskum. At skula savna seg um tvey mál, føroyskt og danskt, ger tað truplari at duga bæði tvey til fulnar.

Hetta kann hava við sær, at tann málsligi førleikin ikki er nóg góður, og forðar harvið teirra sosialu og fíggjarligu integratión enn meira.

Føroyski arbeiðsmarknaðurin og útbúgvingarskipanin krevja ofta kunnleika og førleika í báðum málum. Hjá nógvum útlendingum merkir hetta, at tey hava dupultar avbjóðingar, tá tey leita sær arbeiði ella vilja útbúgva seg víðari.

Kravið um at duga bæði føroyskt og danskt kann avmarka teirra møguleikar og forða teimum at fáa fulla atgongd til hesi øki. Hetta skapar ein ójavna, har útlendingar sita eftir í marginaliseraðum støðum, har eingir veruligir møguleikar eru fyri framgongd.

Grein 11 í heimastýrislógini, sum tryggjar støðuna hjá danska málinum í føroyska samfelagnum, varð upprunaliga sett inn fyri at varðveita bondini millum Føroyar og Danmark.

Men í núverandi globalum høpi, har integratión og inklusjón eru alneyðug fyri samhaldsfesti í samfelagnum, virkar henda lógin sum ein tálmandi faktorur fyri integratión av útlendingum.

Við at krevja, at útlendingar læra tvey mál, í staðin fyri at leggja dentin á føroyskt, verður ein óneyðug forðing skapt, sum forðar teimum í at gerast fult gyldigir limir í føroyska samfelagnum.

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu

Øssur Patursson