Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.04.2025 10:49

Føroyingur í kríggi

Norðurlandahúsið

Kríggið í Ukraina er fleiri túsund kilometrar burtur, men ikki hjá øllum. Bjarti G. Olsen hevur verið í víggi á sjálvum hermótinum í Ukraina fyri at verja landið ímóti russiskum álopum, og hetta fer hann at tosa um 10. apríl kl. 19.30 í Norðurlandahúsinum.

Bjarti G. Olsen vitjar Norðurlandahúsið fyri at tosa um tey tvey árini, hann var hermaður á hermótinum. Við støði í egnum royndum sum gonguhermaður gevur hann eitt rátt og ærligt innlit í veruleikan í kríggi: um harðskapin, skotvápnini, dronurnar, bíðitíðina – og vinalagið.

Bjarti vísir á ósannindi og sannroyndir og gevur innlit í, hvussu hann ímyndar sær framtíðina í Ukraina. Hetta er ein viðkomandi fyrilestur í einum heimi í broyting, og einum Evropa, sum enn er merkt av kríggi.

Fyrilesturin er ikki hóskandi fyri børn undir 16 ár.

Um Bjarta G. Olsen
Bjarti, sum hevur skrivað donsku bókina SOLDAT, hevur verið hermaður í donsku lívverjuni og tvey ár í Ukraina. Nú er hann komin aftur til Føroya.