Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.10.2024 12:29

Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao

Mynd: P/F Varðin

P/F Varðin

Føroyski sendimaðurin í Kina vitjaði í dag básin hjá Varðanum, á fiskivinnustevnuni í Qingdao. Á myndini síggja vit Áka Johansen til høgru, honum næst eru Tórheðin Jensen marknaðarleiðari hjá Varðanum, Bogi Johannesen, søluleiðari, og longst til vinstru Rógvi Joensen, marknaðar- og logistikfólk.

Áki arbeiðir fyri at fáa betri tolltreytir fyri føroyskan fisk í bæði Kina og Korea.

Áki Johansen bleiv fyri kortum tilnevndur sum nýggjur sendimaður í Beijing. Áki hevur síðani 2021 verið sendimaður í Tel Aviv, og áðrenn tað í London.