Norðurlandshúsið verður karmur um ein forvitnisligan film, tá ið frumsýningina av dokumentarfilminum ”BAKKA”, verður tann 2 apríl kl 19.00.
Seinastu tvey árini hevur journalisturin Óluva Zachariasen saman við myndafólki fylgt nøkrum av eldhugaðu starvsfólkunum hjá Bakkafrost. Burturúr hesum er ein dokumentarur gjørdur, sum gevur eitt serligt innlit í, hvat Bakkafrost ger og gerandisdagin hjá leiðslu og starvsfólkum – líka frá røkt av íleggjarum til røkt av laksi.
Hetta er filmurin um søguna hjá teimum á Bakka.
Umframt at filmurin verður vístur í Norðurlandahúsinum fyri innbodnum, so er møguleiki at síggja filmin á hesum støðum:
7. apríl kl. 19.00 í Varpinum í Klaksvík
10. apríl kl. 19.00 í Salt á Drelnesi
24. apríl kl. 19.00 í Løkshøll í Runavík
Ein stuttur brellbiti av dokmentarinnum sæst her: