Norðurlandahúsið
Hvør er Jon Fosse? Hvat skrivar hann um? Og hvussu ber tað til, at maðurin, sum ikki vildi skriva til leikhúsið, gjørdist heimskendur leikritahøvundur? Norðurlandahúsið bjóðar til sýningina Fosse fyri tornom 21. oktober kl. 18.
Linda Eide úr Noregi, sum er journalistur, kemur til Føroya at lýsa norska rithøvundin og vinnaran av Bókmentavirðisløn Nobels, Jon Fosse. Við skemtisýningini, Fosse fyri tornom (Fosse for dumskallar), kemur hon við greiningum og anekdotum, sum geva okkum eina heildarmynd av Fosse og hansara ritverki.
Her kemur hon m.a. inn á, hvat Fosse heldur um komma, um norsku eplaknettini, komle, og um at koyra bil. Kom eisini og vita, um tað nú passar, at Fosse er so ólukksáliga óatkomiligur, sum fólk vilja vera við.
Tiltakið, sum verður 21. oktober kl. 18, er upphiting til Bókadagar í november, har Jon Fosse vitjar.
Keyp atgongumerki á nlh.fo