Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.03.2025 09:03

Føstan í Nes prestagjaldi

Nes prestagjald

Mikudagin byrjar føstan.

Komandi seks vikurnar verða tískil føstugudstænastur í báðum sóknum. Í Gøtu kirkju mikukvøld kl. 20.00 og í Nes kirkju hóskvøld kl 20.15.

Føsta merkir fráhald, og er ætlanin at kristna fólkið í føstuni finnur inn til kjarnuna av gleðiboðskapinum. Høvuðsinnihaldið í føstuni er bøn og angur, bót og umvending, føsta og tænasta, har dentur verður lagdur á Jesu líðing og deyða.

Føstan varar 40 dagar. Hetta hevur sítt fyridømi í Jesu føstu í oyðimørkini, tá ið hann varð freistaður av djevlinum, í føstuni hjá Mósesi á Sinai fjalli og í føstuni hjá Eliasi, tá ið hann er á veg til Hórebs fjall. Tey 40 árini, ið Ísraelsfólk var á oyðimarkarferð eru eisini eitt fyridømi.

Fastað verður ikki sunnudagar, hetta vegna tað at sunnudagar eru hátíðarhald um Jesu uppreisn. Frá og við mikudegnum eru 40 dagar til páskaleygardag.

Sostatt er føstan ein fyrireikingartíð fyri páskir.

Í fornkirkjuni gingu tey, sum skuldu doypast á páskum, til dópsfyrireiking í føstuni.

Føstan er gylt høvi at leggja frá sær, tað í darvar lívinum sum ein Jesu lærusveinur. Møguleiki verður við hesum givin at vera biðjandi og lesandi í Guds orði.

– Mikukvøldið kl. 20.00 í Gøtu kirkju er tað Hanus Pál Jógvansson, ið hevur gudstænsatuna. Gøtu kirkju ungdómskór luttekur. Drekka aftaná gudstænastuna.

– Hóskvøldið kl. 20.15 í Nes kirkju er tað Meinhard Bjartalíð, ið hevur gudstænsatuna.

Vælkomin øll!